Mál- og avrikssáttmáli fyri skúlaárið 2017-18

Mentamáladeildin/Trivnaðarfyrisitingin & Tórshavnar Musikkskúli.

Tórshavnar kommuna hevur sum visjón, at verða ein virkin og vakin høvuðsstaður. Í hesum liggur m.a.:

– At høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur
– At høvuðsstaðurin er livandi, við upplivingum og avbjóðingum
– At høvuðsstaðurin er virkin, við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum
– At høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar
– At høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini.

Við støði í hesi visjón er innan mentamálaøkið/trivnaðarfyrisitingina sett út í kortið at tryggja rationellan rakstur á øllum stigum, eins og støðugt fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, seta mál og leggja ætlanir fyri økið og tess stovnar/virkisøki, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi fyri leiðsluligari og fakligari menning. Sum liður í hesum er løgd ætlan um at royna leistin við at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar Musikkskúla. Hetta verður nú gjørt fyri skúlaárið 2017-18.

FAKTA um hjá Tórshavnar Musikkskúla (TM)
Fígging av virksemium í 2017 og býtið millum egingjøld, land og kommunu:
Fígging Tórshavnar kommuna: xx
Næmingagjøld: 1.200.000 kr
Mentamálaráðið: 5.000.000 kr.
Tal av næmingum skúlaárið 2017-18: 700
herundir næmingar í miðnámi: 29
Tal av lærarum: 47 – ársverk: 25
Leiðsla og skivstova: 3 – ársverk 2,25
Tal av útlántum ljóðførum: 180
Undirvísingarstøð: 7
Limir í Musikkskúlanevndini: Uni Árting, formaður, Malan Eyðunsdóttir, Rói B Poulsen, Malan Thomsen og Jens Marni Hansen

Høvuðsuppgáva og framtíðarmynd hjá Tórshavnar Musikkskúla

HØVUÐSUPPGÁVA & ENDAMÁL

Endamálið hjá Tórshavnar Musikkskúla er:
at menna musikalsku gávur næminganna
at vekja ans fyri tónleiki
at leggja støði undir einum ríkum musikklívi og skipa fyri konsertum.

Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir.

Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving og miðnámsútbúgving í sangi og/ella instrumentalundirvísing, samanspæli, í orkesturspæli og kórsangi. Støðið í udirvísingini verður tikið í kunnleikanum um tónleik í breiðum høpi, og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan tónleikin. Harafturat skipar skúlin fyri næmingaframførslum.

FRAMTÍÐARMYND

Tórshavnar Musikkskúli er:
Smidligur, framkomin og altjóðaviðurkendur skúli, sum bjóðar fullfíggjað tilboð á høgum fakligum stigi til børn og ung
Eitt mennandi og skapandi arbeiðspláss
Virkin viðleikari í tónleikalívinum í býnum

“Tórshavnar Musikkskúli er sandkorn á heimsins dansigólvi. Um 20 ár er sandkornið ein stór glitrandi perla – ein tónleikamiðdepil, sum hevur vakt altjóða ans.”

Undirvísingin og annað musikkskúlavirksemið verður annars at fremja í samsvar við nýggju løgtingslógina fyri musikkskúlaskipan, musikkskúlalógin, sum kemur í gildið 1. august 2017, og har tilhoyrandi reglugerðir.

UNDIRVÍSINGAR- OG SAMANSPÆLSTILBOÐ SKÚLANS
Størsti parturin av undirvísingini í TM er einkultundirvísing. Næmingar, ið spæla orkesturljóðføri, fáa harumframt undirvísing í orkesturspæli. Kórsangur, rútmiskt samanspæl, teori og hoyrilæra eru eisini tilboð í TM. TM bjóðar harafturat framkomnum næmingum at søkja inn á Musikkskúla miðnám og PO- útbúgving. Næmingar í TM eru spjaddir í aldri, úr barnagarði til miðnám. Flestu næmingar byrja undirvísingina í ungum aldri, fleiri gevast aftaná nøkur ár, men hava tá fingið væl burturúr tí, tey hava lært, og kunnu fara víðari á lívsleiðini. Onnur ganga til undirvísing í nógv ár, og fáa førleikar á høgum støði, sum kunnu brúkast í tónleikalívinum í býnum, meðan onnur søkja um upptøku á Musikkskúla minámi ella PO útbúgvingina. Hvørt ár eru eisini næmingar, ið menna sínar førleikar á høgum støði, og fara úr TM í onnur

lond til víðari lestur í tónleiki.

STRATEGIMÁL

1.Nútímans skúli

TM ynskir at hava og menna nútímans undirvísingartilboð og at leggja afturat tí sum frammanundan virkar væl. TM vil víðka um møguleikan fyri undirvísing gjøgnum netið, og menna eina nótaskipan á netinum. Skúlin ynskir at fara væl um ljóðføri skúlin eigur, halda tey við líka og umvæla á góðan og skynsaman hátt
Skúlin er í støðugari menning, og mugu normeringar á umsitingarpartinum eisini fylgja við. Eitt nágreina yvirlit skal gerast fyri virksemið, læraratilfeingið, tímatal, samstøv o.a sum vísir á støðuna í dag og hvussu ynski er at framtíðin skal síggja út. Nýggj fundarskipan skal setast í verk í skúlanum smb nýggju musikkskúlalógini, og ynski er at rætta fundarskipan skúlans soleiðis, at henda eggjar til kreativa hugsan.

2.Skjót og góð tænasta

TM ynskir at veita skjóta og góða tænastu til borgaran, og at verða tænastusinnaður skúli, sum húsast væl við tilfonginum. KT skipanir skúlans eru í menning og skulu umsitingarskipan og heimasíða skúlans tryggja gott samskiftið við borgaran. Áhaldandi verður arbeitt við at gera mannagongdum á øllum økjum, og alt hetta tilsamans skal gera skúlan smidligan og framkonan.

3.Økt samstarv við aðrar stovnar

Ynski er framhaldandi at vera virkin partur í kommununi, og at knýta enn fleiri sambond við skúlar og stovnar. Við tí fyri eygað at skúlin innan stutta tíð fer at liggja í skúlaøki á Fløtum, er ynski eisini at hugsa hetta inn í framtíðar samstørv. Eisini vil skúlin knýta sambond við skúlar uttaneftir og virka fyri at TM verður altjóða viðurkendur. Ein partur av hesum er eisini at tryggja fíggjarligt grundarlag undir tí virksemi sum skúlin hevur uttanfyri landoddarnar.

4.Nýggjur musikkskúli

TM ynskir at fylgja við gongdini at byggja nýggjan skúla, og vera aktivur viðspælari tá umræður sjálva byggingina, men eisini tá byggingin er komin áleiðis og næsta stig skal takast viðvíkjandi uppsetan av tøkni, ljóði, ljósi o.s.fr.

5. Førleikamenning og trivnaður

Fyri at tryggja at undirvísingin verður á høgum støði, verður dentur lagdur á at seta skikkaðar lærarar, og at geva rúm fyri førleikamenning. Skúlin hevur í eina tíð verið í broytingarstøðu, og verður tað eina tíð enn. Broyting tekur tíð, og skúlin ger átøk fyri at trivnaðurin eisini skal tryggjast í broytingargongdini. Fyri at sálarliga arbeiðsumhvørvið skal vera gott, skulu trivnaðartilboð verða, so arbeiðiðsplássið verður bæði mennandi og skapandi.

Raðfest Verkevni fyri skúlaárið 2017-18 við støði í høvuðsuppgávu, framtíðarmynd og strategimálum.

Nr. Verkevni Strategimál Mál skúlaárið 2017-18
1 Fullfíggjað undirvísingartilboð 1

 

Miða verður eftir at raðfesta innskúlingina (børn 5 – 8 ár), klaverundirvísing, sangundirvísing og teori/hoyrilæru undirvísing.
2 Undirvísing á netinum 1 Undirvising á netinum verður partvíst brúkt í dag, men hesin undirvísingarformurin letur upp fyri fleiri møguleikum. TM fer komandi árini at leggja seg eftir,at menna hetta slagið av undirvísing.
3 nótar á netinum  

1

Gongd er á, at fáa nótar skannaðar inn, og lagdar í ein nótabanka á netinum. Hildið verður fram við hesum arbeiði, og kemur hetta at taka tíð, at fáa gjørt.
4 Normeringar 1 Arbeitt verður við at seta normeringar upp fyri skúlan. Tá verður hugsað um at greina støðuna nú, og seta framskygd tiltøk í verk, so normeringar yvir ár fara rættað vegin.
5 Fundarskipan skúlans 1

 

Nýggj fundarskipan verður sett í verk, sum ásett í nýggju musikkskúlalógini frá 1. august 2017. Nýggja fundarskipanin má setast soleiðis upp, at hon eggjar til kreativa hugsan, sum er grundarlagið undir tí framgongd á námsfrøðiliga økinum, sum áhaldandi má vera, fyri at skúlin javnt og samt, skal gerast betri.
6 Nýggj musikkskúlalóg 1 Nýggja lógin setur krøv til broytingar í arbeiðslagnum í TM, men ger eisini at greiðari ábyrgdarbýtið er millum lokala leiðaran og leiðaran fyri musikkskúlaskipanini. Arbeitt verður við hesum, so nýggju arbeiðsgongdirnar verða settar í verk. Umframt hetta, at vera við í tilgongdini í sambandi við gerð av kunngerðum til nýggju lógina.
7 Strategi 1 Dentur verður lagdur á at strategiskt arbeiðið verður ment á øllum økjum, tá umræður útboð, skipan, samstarv og alt annað skúlanum viðvíkjandi, eisini við tí fyri eygað, at flutt verður í nýggjan skúla um tvey ár.
8 Ljóðføri, keyp og umvæling 1 TM er í ferð við at fáa lærarum førleikar at umvæla ljóðføri, og tá í størstan mun minni umvælingar. Tað er sera kostnaðarmikið og uttanhanda, at noyðast av landinum at gera allar umvælingar. Hesin leistur settur saman við størri umvælingum uttanlands, verður mentur.
9 SpeedAdmin 2 Arbeitt verður við at menna umsitingarskipan TM enn meiri. Nógvar funkur eru í brúki, men enn er eitt sindur eftir á mál, fyri 9 SpeedAdmin 2 at fáa alt virksemið umsitið við skipanini.
10 Heimasíða 2 Framhaldandi menning av heimasíðuni, so hendan í enn størri mun kann verða andlitið úteftir hjá skúlanum.
11 Næmingagjøld o.a. 2 Skúlin er í ferð við at leggja um til aðra innkrevjingarskipan, so lættari skal verða hjá borgarunum at fáa avgreitt næmingagjøld og onnur gjøld, skúlin kann krevja inn. Eisini verður hesin nýggi innkrevjingarhátturin settur beinleiðis saman við umsitingarskipanini, so lætt er at halda skil á.
12 Mannagongdir  

2

 

Arbeitt verður við at gera mannagongdir til øll økið, arbeiðið er farið í gongd og heldur fram skúlaárið 2017-18
13 Fólkaskúlar 3 Arbeitt verður við, at gera samstarvið millum TM og SÁF lagaligari, so lærarar og næmingar lættari kunnu ferðast millum skúlarnar, og tey tilboðini sum eru í báðum skúlunum. Eggja verður til økt samstarv við fólkaskúlarnar í kommununi og betri samskifti. Tey tilboð sum eru í gongd halda fram, og fleiri tilboð verða ment.
14 Glasir  

3

Musikkskúla miðnám er nú staðfest í nýggju musikkskúlalógini saman við PO útbúgvingini. Arbeitt verður tí við at fáa ferð á samstarvið við Glasi og aðrar miðnámsskúlar í landinum.
15 Setrið 3 Arbeitt verður við at formfesta tað samstarvið sum er, og lata upp fyri nýggjum samstarvsmøguleikum
16 Barnagarðar 3

 

Ynski er komandi ár, at royna samstarv við barnagarðar, tá verður hugsað um børn 5-6 ára gomul. Leistur við musikkspælistovu verður mentur og royndur úti í barnagørðum í TK skúlaárið 2017- 18.
17 Musikkskúlar 3 Ynski er at hava økt samstarv bæði við musikkskúlar í Føroyum og í útlandinum. Bæði tá umræður vanliga musikkskúlaundirvísing og undirvísingarstovnar, sum vara av musikkskúlamiðnámi. Til hetta krevst fígging, og arbeitt verður tí við at fáa eina serstaka játtan til virksemið uttanlands.
18 Byggigongdin 4 Ynski er hjá TM at fylgja við byggigongdini og verða til hjálpar, tá spurningar hesum viðvíkjandi verða settir. Serliga eru tað herdu atlit til ljóðvirðuskifti, sum eru umráðandi at fylgja við í, tá umræður musikkskúlabygging.
19 Uppseting, innbúgv og ljóðføri 4 Ynski er at vera við í tilgongdini at fáa skúlan innihaldsligan settan upp á besta hátt, við serligum denti á ljóðgóðsku og upptøku. Ynski er eisini at vera til hjálpar, tá støða skal takast til, hvat innbúgv krevst, og hvørji ljóðføri skulu til í nýggja bygninginum.
20 Skúlin í broytingarstøðu 5 Skúlin er í broytingarstøðu, eisini við atlitið til at skúlin flytur í nýggj hølið um tvey ár. Arbeiðast má við trivnaði og trivnaðartiltøkum, eins og hjálp fast uttanífrá at føra starvsfólkahópin ígjøgnum umleggingarnar.

 

21 Førleikamenning 5 Í nýggju musikkskúlalógini stendur í viðmerkingunum leistur til førleikamenning. TM fer skúlaárið 2017-18 at hava førleikamennandi tiltøk fyri starvsfólk skúlans.

 

SÁTTMÁLASKEIÐ & FRÁGREIÐINGAR

Sáttmálin er galdandi fyri skúlaárið 2017-18

Reglulig eftirmeting verður gjørd í sambandi við dialogfundir, umframt høvuðseftirmeting á vári 2018 í sambandi við dagførda avtalu fyri skúlaárið 2018-19.

Verða fyritreytir munandi broyttar, eftir at avtalan er gjørd, verður støða tikin til møguligar broytingar. Tórshavn, tann 23. oktober 2017

Sigurð Ó Vang, mentamálaleiðari

Andrea Heindriksdóttir, skúlaleiðari