Upptøkukrøv

  • Umsøkjari skal vísa serstøk evni.
  • Mett verður, um næmingurin fer at lúka upptøkukrøv til lærdan tónlistaskúla eftir lokna 3-ára skúlagongd á Musikkskúla miðnámi.
  • Sum vegleiðing, verður mett, at næmingur er áleið 6. stigi í Associated Board á ljóðføri sínum ella líknandi.

Upptøkuroynd:

  • Próvdómarar, saman við teim av leiðsluni settu faklærarum, døma til upptøku- og støðuroyndina og endaligu próvtøkuna.
  • Fremmandur próvdómari er eisini til upptøku-, ársroyndina og endaligu próvtøkuna.
  • Ymiskir fremmandir próvdómarar eru í ávikavíst klassiskum og rútmiskum tónleiki.
  • Próvnevndin er: eksternur próvdómari, leiðari á Miðnám, umboð fyri leiðsluna, ein av leiðsluni settur faklærari skúlans

Høvuðsljóðføri:

  • Næmingurin framførir tvey ella fleiri styttri verk/løg á egnum ljóðføri. Verkini eiga at umboða ymisk lyndiseyðkenni. Hetta skal vara 6-8 minuttir.
  • Roynd í blaðspæli ella framførsla av stuttum stykki, ið umsøkjari hevur fingið frammanundan (blaðsangur fyri sangarar)
  • Roynd í tónastigaspæli, arpeggio ella øðrum, tengdar at ávísu ljóðførunum
  • Fyri rútmiskar umsøkjarar, eisini improvisatión og gehørspæl
  • Úrslitið frá Undanroyndini er tøkt hjá próvdómarunum, men kann umsøkjari verða royndur í hoyrulæru, um próvdómarar meta, at hetta er neyðugt.
  • Skúlin útvegar klaverfylgispælara. Avtala skal gerast við skúlan um hetta, tá ið umsóknarbløðini verða latin inn. Nótatilfar hesum viðvíkjandi, skal samstundis latast skúlanum
  • Um neyðugt, útvegar skúlin umsøkjarum við rútmiskum ljóðføri, tónleikarar ella samanspælsbólk. Umsøkjarar kunnu tó hava egnan bólk við
  • Royndin kann víkja frá hesum áðurnevnda, um serstøk krøv eru til ávís ljóðføri ella høvuðsfak. M.a. lagskriving, tónasmíð, musikkterapi og produktión.
  • Krøv til ymsu ljóðførini eru at síggja undir Lesiætlanir

Hoyrilæra:

  • Undanroyndir eru í hoyrilæru nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri.

Teori:

  • Undanroyndir eru í teori nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri.

Klaver (sum hjálærugrein)

  • Undanroyndir eru í klaver sum hjálærugrein nakrar dagar innan royndina í høvuðsljóðføri. Henda royndin er vegleiðandi.

Samrøða

  • Upptøkuroyndin endar við stuttari samrøðu millum umsøkjara og próvdómarar