Undanskeið

  • Næmingar á Musikkskúlanum, ið vísa serlig evni, kunnu eftir avtalu við leiðslu, foreldur og ljóðførislærara, fáa serstakt undanskeið, so næmingurin verður fyrireikaður til upptøkuroyndina á Miðnám.
  • Skeiðið kann innihalda økta undirvísing í høvuðsljóðførinum og hjálærugreinunum hoyrilæru og teori.
  • Undirvísingin í hoyrulæru og teori byrjar við skúlaársbyrjan í august og endar í mai.
  • Tað kostar einki eyka at ganga á Undanskeiðinum. Um næmingur, ið ikki frammanundan er næmingur á skúlanum, verður tikin inn á Undanskeiðið, er kostnaðurin kr. 400,- fyri tíðaravmarkaða skeiðið.
  • Hetta tilboð er fyrst og fremst eitt tilboð til næmingar á Tórshavn Musikkskúla, men avtala kann gerast við samskipara og leiðslu, um næmingur av bygd ætlar at royna hetta tilboð.
  • Musikkskúlin kann tíverri ikki veita umsøkjarum undanskeið í klaverleiki.

 

Fyrireikandi Undanskeið og Talentskeið í hoyrulæru/teori:

Týsdag í J. Broncksgøtu 25, 4. hædd: 

Eftir avtalu við Bernhard Wilkinson (tlf. 223224) og Ólav Jakobsen (tlf. 516434)

 

X