Tekniskar serroyndir

Serroyndir

  • Serroyndir verða í gehørspæli, improvisitatión, skalaspæli, etuduspæli, akkordvenjingum, blaðspæli og øðrum líknandi greinum.
  • Hesar royndir skulu vera minst eina ferð í hvørjum skúlaári.
  • Lærari og fakráð avgera innihaldið av royndini, ið skal samsvara við galdandi lesiætlan.
  • Royndin er intern og verður framd av lærarunum á skúlanum.
  • Um skikkaður próvdómari er tøkur, ið ikki arbeiðir á Tórshavnar Musikkskúla, ber tó væl til at nýta viðkomandi sum próvdómara.
  • Hesar royndir skulu ikki vera ov tætt at vanligu ársroyndunum ella hjálærugreinaroyndunum og skulu vera avgreiddar í seinasta lagi í mars mánaða.
  • Allir næmingar á MusikkskúlaMiðnámi skulu til hesar royndir.Royndirnar eru í skúlaárinum 2017/18 ívikuni 5. til 9. mars 2018.