Royndir & próvtøkur

Upptøku – ársroynd og próvtøkur í høvuðsljóðføri

Mannagongdir:
  • Umsøkjari framførir síni sjálvvaldu verk
  • Umsøkjari framførir tónastigar ella tær uppgávur, ið eru ásettar til ávísu ljóðførini.
  • Umsøkjari framførir blaðsspæl og/ella tað verk, ið frammanundan honum er handað. Til blaðspælsroyndina fær umsøkjari lítla løtu at umráða seg í (umleið 1 min).
  • Við útgangsstøði í undanroyndini, er høvið hjá fremmanda próvdómaranum at hoyra umsøkjaran í hoyrilæru.
  • Eftir at próvnevndin hevur mett um avrikið, verður stutt samrøða við umsøkjaran, har ið spurningar kunnu verða settir.
  • Umsøkjari er ikki tilstaðar meðan mett verður.
  • Umsøkjari fær boð um upptøku á Miðnám í seinasta lagi tveir yrkadagar eftir at allar upptøkuroyndir hava verið.
  • Til ársroynd gevur leiðsla skúlans munnlig boð, um viðkomandi hevur staðið royndina. Sama er galdandi fyri próvtøku

Til ársroynd og próvtøku er ikki tónastigaspæl, um tað ikki er tilskilað í lesiætlanini. Lærari kunnar næmingin um hesi krøv.

Samskipari á Miðnám, kunnar frammanundan próvdómarar um serstøk krøv og fyrireikar tað tilfar, ið skal nýtast til royndina ella próvtøkuna.

Próvdómarar

Próvnevndin er mannað við fýra fólkum.

  • Einum fremmandum próvdómara. Ymiskir próvdómarar eru til klassiskt og rútmiskt.
  • Eitt umboð fyri leiðsluna
  • Samskipari fyri Miðnám, ið leiðir, skipar fyri og fyrireikar royndina
  • Ein av leiðsluni settur faklærari. Hesin kann vera lærari umsøkjarans/næmingsins. Faklærari skal meta um avrik umsøkjarans. Faklærarin er tilstaðar alla royndina, tó ikki til endaligu støðutakan og raðfesting
  • Umsøkjari til upptøkuroynd verður mettur sum “skikkaður” ella “ikki skikkaður”.
  • Næmingur til ársroynd og próvtøku fáa støðumet frá próvnevndini til samrøðu eftir royndina.
  • Próvnevndin verður at innstilla umsøkjarar til upptøku eftir raðfesting, um fleiri “skikkaðir” umsøkjarar eru, enn pláss er fyri. Henda raðfesting verður bert handað leiðsluni til innanhýsis nýtslu.
  • Limirnir í próvnevndini eru fevndir av vanligari tagnaðarskyldu.

 

Upptøkuroyndin er 20 min (íroknað egna framførslu 6-8 min.), tónastigar/blaðspæl og samrøðu)

1. ársroyndin er 20 min (egin framførsla 10 min. og samrøða)

2. ársroyndin er 25 min (egin framførsla 12-15 min. og samrøða)

Próvtøkan er 30 min (egin framførsla 15-18 min. og samrøða)