Møtiskylda

  • Næmingar á Musikkskúla Miðnámi hava møtiskyldu til alla undirvísing.

Frávera

  • Frávera næmingsins verður skrásett, líka mikið av hvørjum slagi hon er. Uppgerðin verður gjørd 4 ferðir um árið. Ljóðførislærari og lærarar annars, umsita sjálvir fráveruuppgerðina, men hevur skyldu at boða bólkaleiðara og leiðslu frá, um næmingur ikki lýkur ásetingar um møtiskyldu.
  • Er fráveran hægri enn 15%, fær næmingur av leiðsluni 1. ávaring, ið skal skrivliga váttast av næmingi ella verja, um hesin er undir 18 ár. Tekur næmingur ikki hesa ávaring til eftirtektar, fær næmingurin 2. ávaring eftir somu mannagongdum sum hina fyrru. Fleiri ávaringar vera ikki givnar. Um næmingur framvegis ikki lýkur ásetingarnar um møtiskyldu, verður viðkomandi burturvístur frá undirvísingini og skúlagongdin á Miðnámi og musikkskúla heldur uppat.
  • Leiðslan kann í heilt serligum føri loyva næmingi, ið frammanundan hevur fingið loyvi at luttaka í tiltøkum, beinleiðis tengdum at virkseminum á Miðnámi, ella ið hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at halda áfram á Miðnámi, hóast ásetingar í møtiskylduni ikki eru fylgdar.

Avboð

  • Næmingur skal altíð geva avboð til lærara ella leiðara av bólki, tá ið ikki ber til at møta. Um talan er um avboð yvir longri tíðarskeið, skal lærari ella leiðari av bólkinum geva boðini víðari til samskipara ella leiðslu.

Farloyvi

  • Farloyvi verður bert játtað eftir umsókn frá næmingi, ið skal handast bólkaleiðara ella leiðsluni skrivliga. Farloyvi verður ikki vanliga játtað í einstøku lærugreinunum.
  • Samskipari og leiðsla viðgera umsóknina og geva skrivligt svar til næmingin ella verja og høvuðslærara næmingsins. Munnlig loyvi vera ikki givin.
  • Freist at søkja farloyvi er 1. mai at byrja við skúlaársbyrjan í august.
  • Farloyvi verður ikki vanliga givið eftir at skúlaárið er byrjað.
  • Musikkskúla Miðnám fylgir tí kunngerð, ið eru galdandi fyri studentaskúlar (Studentaskúlakunngerðin) (Kunngerð nr. 102 frá 26. juni 2001 um Studentaskúlar og stakgreinaslestur á studentaskúlastigi.)