Alment

Almennir upplýsingar

  • Tvær breytir eru: ein klassisk og ein rútmisk. Bólkaleiðari er settur fyri Miðnám, ið er vegleiðari og kontaktpersónur.
  • Undirvíst verður í ljóðførisspæli, sangi, lagskriving, tónleikaterapi, framleiðslu, kompositión og øðrum vanligum tónleikagreinum.
  • Skeiðið varir í 3 ár
  • Møguleiki er ikki at søkja útbúgvingarstuðul
  • Umleið 8 næmingar verða tiknir inn á hvørjum ári
  • Næmingar í aldrinum 14-25 ár kunnu søkja um at koma inn á hesa útbúgving. Tó kunnu undantøk verða í einstøkum førum
  • Øll kunnu søkja um upptøku. Næmingar, ið ikki eru búsitandi í Tórshavnar Kommunu, kunnu søkja um upptøku, treytað av, at heimakommuna teirra er sinnað at gjalda
  • Kostnaðurin fyri eitt skúlaár á Miðnámi er kr. 2.400,-
  • Kostnaðurin fyri eitt Undanskeið er kr. 400,-
  • Upphæddin fellur til gjaldingar eftir galdandi reglum á Tórshavnar Musikkskúla
  • Um næmingur gevst í úrtíð, verður peningurin ikki afturgoldin
  • Upptøka á Musikkskúla Miðnám er treytað av, at skikkaður lærari er tøkur

Treytir:

  • Møtiskylda er til alla undirvísing á Miðnámi
  • Øll almenn framførsla og luttøka í saman- og orkesturspæli, skal frammanundan avtalast við høvuðsljóðførislærara
  • Næmingar og foreldur kunna seg um tiltøk og verkætlanir á heimasíðu skúlans ella á telduskipan skúlans, ið næmingar fáa atgongd til
  • Næmingur skal, í samráð við lærara og skúla, sjálvur ogna sær undirvísingartilfar
  • Næmingar á Miðnámi skulu annars fylgja øllum teim reglum og fyriskipanum, ið eru á Musikkskúlanum

Royndir og próvtøkur:

  • Støðuroyndir eru í ymsu lærugreinunum
  • Framhaldandi skúlagongd á Miðnámi er treytað av nøktandi framgongd og av at møtiskyldan verður hildin.
  • Skeiðið endar við próvtøku, ið svarar til upptøkukrøvini til lærdan tónlistarskúla.
  • Prógv verður handað eftir lokna skúlagongd
  • Umsøkjari verður mettur sum “skikkaður” ella “ikki skikkaður”
  • Upptøka av næmingum er treytað av fíggjarligu karmum Musikkskúlans. Tí kann tað koma fyri, at umsøkjari ið er mettur “skikkaður”, ikki er tryggjaður upptøku á Miðnám.
  • Skikkaðir umsøkjarar verða av próvdómarunum raðfestir, so at teir við bestu úrslitunum verða tiknir inn fyrst.
  • Umsøkjari, ið er tikin inn á Miðnámsskeið, skal innan 3 vikur frá játtanarskrivinum, vátta, at hon/han vil gerast næmingur á Miðnámi.

Ársætlan og tímatalva:

  • Ársætlan verður handað næminginum við skúlaársbyrjan
  • Tímatalvan verður løgd tilrættis við atliti at tørvi næmingsins og at hon sampakkar við skúlagongd ella arbeiði næmingsins.
  • Miðað verður eftir, at hjálærugreinarnar eru í blokkum somu dagar, helst 2 ella 3 fastar dagar í vikuni.
  • Nakrar lærugreinar eru verkætlanir og verður hetta boðað næmingum frá við skúlaársbyrjan ella við boðum á heimasíðu og telduskipan skúlans.
  • Bólkaleiðari, saman við høvuðslærara, virkar sum vegleiðari og kontaktpersónur í ivamálum hjá næmingum ella foreldrum.

Tímatalva ( dømi )

Høvuðslærugrein 90 min  Stakundirvísing

Klaver (hjálærugrein) 30 m  Stakund.

Hoyrulæra 60 m Bólkaund.

Teori/Musikksøga 60 m Bólkaund.

Rútmiskt samanspæl  90 m  Bólkaund.

Kamartónleikur Verkætlan  Bólkaund.

Orkestur/Samanspæl Verkætlan Bólkaund.

SSR Verkætlan Bólkaund.

  • Tímatalvan verður løgd tilrættis við atliti at tørvi einstaka næmingsins.
  • Um næmingur í hjálærugreinum vísir góð evni, kann viðkomandi fara til endaliga roynd innan ásettu tíð.
  • Møguleiki er at geva næmingum, ið hava fyri neyðini, eyka undirvísing í serligum lærugreinum
  • Økt fyrireikandi undirvísing kann skipast, um næmingur ætlar at søkja um upptøku á lærdan tónlistarskúla.
  • Undirvísing í vallærugrein kann skipast, um skúlin játtar hesum.