Musikkskúla Miðnám

Endamál:

  • at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi
  • lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar
  • at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistarskúla

Skúlaárið:

  • byrjar 18. august 2016 og endar 24. juni 2017

Upptøkuroyndir:

  • Upptøkuroyndir í høvuðsljóðføri eru í tíðarskeiðinum 1. mai til 6. mai 2017
  • Undanroyndir í hoyrulæru, teori og klaver sum hjálærugrein, eru vikuskiftið innan høvuðroyndina.
  • Umsøkjari skal persónliga møta til allar royndir. Møguleiki er at senda inn upptøkur um ein er búsitandi uttanlands.
  • Hetta skal avtalast við leiðslu og samskipara í góðari tíð.
  • Freist at søkja er 15. mars 2017
  • Online tilmelding (á forsíðuni) til upptøkuroynd er virkin frá 15. februar 2017