Hvussu kann tú fáa til sjóndar tín serstaka samleika, hvussu fær tú marknaðarført títt tiltak?

M.a. hetta fer Mai Young Øvlisen at røða um á almennum fyrilestri sum verður á Setrinum í Jónas Broncksgøtu 25 fríggjadagin 7. oktober kl. 17.00.

Mai Young Øvlisen er samskiftisstjóri á tiltiknu tónleikafestivalunum Distortion og Karrusel, í ávikavíst Keypmannahavn og Odense. Harafturat er hon lærari í tónleikafyriskipan á Den Rytmiske Højskole. Hon hevur eisini virkað sum projektleiðari á m.a. Roskilde-festivalinum.

Tiltakið er samstarv millum Musikkskúla miðnám á Tórshavnar musikkskúla og Fróðskaparsetrið. Tiltakið er ókeypis og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin at lýða á.

Í næstum verður ein røð av ókeypis fyrilestrum og tiltøkum, har ið ljós verður varpað á evni og tættir innan tónleik og listarligt virksemi.

Fyriskipari: Tórshavnar musikkskúli