Musikkskúla miðnám

Endamál við musikkskúla miðnám er at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar og at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistarskúla.

Tvær breytir eru: ein klassisk og ein rútmisk, og undirvíst verður ljóðførisspæli, sangi, kompositión og øðrum vanligum tónleikagreinum.

Skeiðið varir í 3 ár og møguleiki er ikki at søkja útbúgvingarstuðul.

Umleið 8 næmingar verða tiknir inn á hvørjum ári.

Næmingar í aldrinum 14-25 ár kunnu søkja um at koma inn á hesa útbúgving. 

Øll kunnu søkja um upptøku. Næmingar, ið ikki eru búsitandi í Tórshavnar Kommunu, kunnu søkja um upptøku, treytað av, at heimakommuna teirra er sinnað at gjalda.

Kostnaðurin fyri eitt skúlaár á Miðnámi er kr. 2.400,-

Kostnaðurin fyri eitt Undanskeið er kr. 400,-

Upphæddin fellur til gjaldingar eftir galdandi reglum á Tórshavnar Musikkskúla.

Um næmingur gevst í úrtíð, verður peningurin ikki afturgoldin.

Upptøka á Musikkskúla Miðnám er treytað av, at skikkaður lærari er tøkur.

Toymisleiðari er Ólavur Jakobsen.